Búnaðargrunnurin hevði 6,4 milliónir krónur í avlopi eftir skatt

Búnaðargrunnurin hevði 6,4 milliónir krónur í avlopi eftir skatt
Sambært tíðindaskrivi frá grunninum var grundraksturin betri í fjør enn árið fyri, og tað var úrslitið av virðisbrøvum eisini, men hóast tað var avlopið minni enn í 2023.
 
08.05.2025 - 19:30

Orsøkin er, skrivar grunnurin, at løgtinginum álegði grunninum at rinda 6,3 milliónir krónur til rakstur av jarðarumsitingini. Og tí hevði Búnaðargrunnurin eitt hall uppá 5,2 milliónir krónur, áðrenn úrslitið av virðisbrøvum.

Grunnurin hevði í 2024 eitt avkast uppá 11,6 milliónir krónur av virðisbrøvunum, og tí gjørdist endaliga úrslitið fyri árið, 6,4 milliónir krónur. Tað er 700.000 krónur verri enn árið fyri.

Høvuðsendamálið hjá Búnaðargrunninum er at veita lán og stuðul til íløgur í landbúnaðin. Í fjør veitti grunnurin 25 milliónir krónur í láni og slakar 9 milliónir krónur í stuðuli. Meginparturin av stuðlinum var veittur til íløgur í bygging og velting, og seinastu fimm árini hevur grunnurin goldið stuðul fyri 56 milliónir krónur, stendur í tíðindaskrivinum.

Lagt verður afturat, at løgtingið í ár hevur samtykt fleiri broytingar, sum hava negativa ávirkan á fíggjarligu gongdina. Tí eru, sambært grunninum, útlit til, at Búnaðargrunnurin lutfalsliga fer at vikna sum fíggingarstovnur, og at hann við tíðini fær minni og minni týdning, tá nýggjar íløgur skulu gerast í vinnuni.

Egon Joensen er stjóri í Búnaðargrunninum, sum hevur eina eginogn sum uppá umleið 350 milliónir krónur og lán fyri umleið hálvtannað hundrað milliónir. Símun Gullaksen er stýrisformaður. Hini í stýrinum eru Barbara Pálsdóttir Vang, Birita Mortansdóttir, Niels Winther Poulsen og Rani Slættanes.

Trýst á leinki niðanfyri fyri at hoyra innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 18.00:

1742477


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945