Landið og kommunur hava fingið meira í skatti í ár

Landið og kommunur hava fingið meira í skatti í ár
Landskassin hevur fingið 719 milliónir í fyribilsskatti og kommunurnar 868 milliónir
Skattainntøkurnar hjá landi og kommunum higartil í ár eru størri enn somu tíð í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.05.2025 - 08:11

Landskassin fekk meira í fyribilsskatti til 1. mai í ár enn í fjør.

Hann fekk 719 milliónir og 410.000 kr. í ár.

Í fjør fekk hann 683 milliónir og 531.000 krónur.

Eisini kommunurnar hava fingið meira í sínar kassar í ár.

Tær hava fingið 867 milliónir og 866.000 í ár.

Í fjør var talið 813 milliónir og 552.000 kr.

Kirkjuskatturin er 25 milliónir og 177.000 kr. í ár.

Hann var størri í fjør, 25 milliónir og 837.000 kr. til 1. mai, vísa tøl hjá TAKS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098