Grót liggur á vegnum við Kalbak

Grót liggur á vegnum við Kalbak
Á vegnum millum Kaldbak og Kaldbaksbotn liggja steinar orsakað av uppgangi, sigur Landsverk
 
01.03.2020 - 11:13

Ringa veðrið í nátt og í dag hevur ávirkað koyrilíkindini á tann hátt, at grót hevur ligið á fleiri vegum kring landið. Í gjárkvøldið var nógvur uppgangur í Kollafirði, har grót skolaði upp á vegin. Eisini var omanlop orsøk til, at grót lá á vegnum millum Gásadal og Bø. 

Á vegnum millum Kaldbak og Kalbaksbotn hevur uppgangurin viðført, at grót javnan verður skolað upp á vegin. Landsverk sigur, at tey rudda vegastrekkið javnan, men framvegis kemur nakað av gróti upp har. 

Tískil heita tey á bilførarar um at geva hesum ans í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091