Eyka tíðindasending í sjónvarpinum

Eyka tíðindasending í sjónvarpinum
Læknastjórin, landsstýrismaðurin í skúlamálum og stjórin í Vinnuhúsinum vera í sjónvarpsstovuni
John Johannessen er vertur í Degi og Viku í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2020 - 11:56

Í sambandi við, at landsstýrið hevur gjørt av at stongja partar av føroyska samfelagnum fyri at verja ímóti covid-19 smittuni, verður ein eyka tíðindasending í sjónvarpinum klokkan 15.

Tummas í Garði, læknastjóri í sjúkrahúsverkinum, Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum verða gestir í sendingini.

Eisini til børnini

Støðan við COVID-19 smittuni fyllir nógv í tíðindaflutninginum og samfelagnum annars í løtuni. Tí hava vit gjørt av at tilluta ein part av Degi og Viku í kvøld til børnini, har vit millum annað varpa ljós á óttan, ið henda støðan kann elva til millum børn. Talan verður um tilfar við børnum og til børn.

Dag og Vika í kvøld klokkan 19

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025