Professari: COVID-19 í hæddini seinast í apríl

bannari
Professari: COVID-19 í hæddini seinast í apríl
Tá fara umleið 300.000 danir at hava fingið sjúkuna, sigur professari í infeksjónsmedisini
Í løtuni eru 864 skrásettir tilburðir av corona í Danmark, og trý fólk eru deyð av sjúkuni
Mynd: DR  
 
16.03.2020 - 09:29

COVID-19-farsóttin kemur i hæddina seinast í apríl, og tá kunnu umleið 300.000 fólk hava fingið sjúkuna.

Tað sigur Jens Lundgren, professari í infeksjónsmedisini á ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, við danska kringvarpið.

– Miðskeiðis í apríl, ella seinast í mánaðinum, fer smittan at breiða seg mest. Tá verða flest smittað um somu tíð, og flest fara eisini at hava tørv á at verða løgd inn á sjúkrahús, sigur hann.

Minkar umleið 1. mai

Else Smith, fyrverandi stjóri í danska heilsustýrinum, væntar eisini, at talið á smittaðum fer at minka umleið 1. mai.

– 14 dagar eru farnir av farsóttartilgongdini, og um einar seks vikur er tilgongdin komin í hæddina. Tá hava millum 200.000 og 300.000 fólk havt coronavirus, Nógv tey flestu fara ikki at hava tørv á læknahjálp yvirhøvur, sigur Else Smith við danska kringvarpið. 

Í løtuni eru 864 skrásettir tilburðir av corona í Danmark, og trý fólk eru deyð av sjúkuni.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609