PET: Føroyingar kunnu ávirkast at fremja yvirgang

PET: Føroyingar kunnu ávirkast at fremja yvirgang
Útspillingar á sosialu miðlunum kunnu ávirka fólk at fremja ideologiskan harðskap, stendur í frágreiðing frá Center for Terroranalyse
 
25.03.2020 - 09:11

Fólk eru í Føroyum, sum yvirgangsatsóknir og islamisk ella víðgongd  politisk propaganda kunnu ávirka til at fremja yvirgang.

Tað stendur í nýggjastu frágreiðingini hjá Center for Terroranalyse, sum PET, fregnartænastan hjá løgregluni í Danmark, hevur kunngjørt.

Fólk, sum eru sálarveik til dømis, kunnu blíva ávirkað til at fremja harðskap, sum verður mettur at vera yvirgangur. Fólk, sum taka undir við hernaðarligari islamismu, kunnu eisini verða ávirkað.  

Eisini í Føroyum brúka fólk sosialu miðlarnar til at hótta onnur og spilla fólk út.

Hesar útspillingar kunnu ávirka fólk, sum eru løtt at ávirka, til at fremja ideologiskan harðskap.

Einstøk politisk mál, so sum djóravælferð, kunnu fáa føroyingar ella fólk, sum koma til Føroya, at fremja yvirgang, sigur Center for Terroranalyse.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161