Gilli fekk orðið á heimskenda sjónleikaran og skemtaran Stephen Fry

Gilli fekk orðið á heimskenda sjónleikaran og skemtaran Stephen Fry
"Menniskjan fer ongantíð av móta," staðfesti heimskendi sjónleikarin Stephen Fry, tá Gilli Brend í Hoyvík var so heppin at fáa orðið á Hay festivalinum í Segovia í Spania
Heimskendi sjónleikarin og skemtarin Stephe Fry og Gilli Brend í Hoyvík, myndmaður, í samrøðu
Mynd: Gilli Brend í Hoyvík  
 
15.09.2026 - 12:51

Gilli Brend í Hoyvík er kendur myndamaður í Føroyum, her hann hevur avmyndað mangt eitt brúðarpar.

Men herfyri fekk Gilli Brend í Hoyvík, sum í løtuni er í lestrarørindum í Spania, møguleikan at filma og taka myndir av Hay festivalinum, sum bleiv fyriskipaður í Segovia í Spania. 

Hay Festival er bókmenta- og listafestivalur, ið hevur sín uppruna í Wales, og sum verður fyriskipaður runt heimin. 

Í sambandi við festivalin í Segovia, var Gilli Brend í Hoyvík so heppin at fáa orðið á heimskenda sjónleikaran og skemtaran Stephen Fry, ið er forseti fyri Hay Festival Global. 

Burturúr spurdist ein hugtakandi samrøða, ið kann síggjast á Youtube-rásini hjá Gilla, @GILLIFILMS.

Eg kundi sjálvfylgjandi spurt hann um Hay Festival-tiltakið ella okkurt annað vanligt, men tá man fær ein slíkan møguleika, haldi eg, mann skal taka kjansin og royna at gera tað til okkurt serstakt

Gilli Brend í Hoyvík, myndamaður

 

Hví var tað áhugavert at fáa orðið á Stephen Fry?

»Umframt at hava sæð Stephen í sjónvarpsrøðini 'QI', so havi eg eisini fylgt við nógvum, sum hann hevur gjørt og skrivað. Harafturat er hann eisini forseti fyri Hay Festival Global, sum var netupp tað tiltakið, sum eg var settur at filma og taka myndir av. Tá eg sá, hvussu familja og vinir reageraðu, tá eg segði, at eg møguliga fór at fáa orðið á Stephen Fry, gekk tað upp fyri mær, hvussu stórt tað veruliga var.«

 

Hvat tosaðu tit um?

»Eg kundi sjálvfylgjandi spurt hann um Hay Festival-tiltakið ella okkurt annað vanligt, men tá man fær ein slíkan møguleika, haldi eg, mann skal taka kjansin og royna at gera tað til okkurt serstakt. Eg mátti líka lodda dýpið og vita, hvussu Stephen var, áðrenn eg fór í holt við mína Plan A, sum var at spyrja hann stuttligar og øðrvísi spurningar. Men tá hann byrjaði við at siga, at hann helt tað var 'áhugavert', at vit drupu grind í Føroyum, fekk eg blóð á tonna.«

Sum fotografur havi eg næstan altíð verið aftanfyri myndatólið, so hetta var í roynd og veru fyrstu ferð eg formelt havi gjørt samrøðu við nakran soleiðis. So ja, eg hevði nervar, meðan eg bíðaði eftir at fáa orðið á hann.

Gilli Brend í Hoyvík, myndamaður

 

Hvussu upplivdi tú sjálvur samrøðuna?

»Sum fotografur havi eg næstan altíð verið aftanfyri myndatólið, so hetta var í roynd og veru fyrstu ferð eg formelt havi gjørt samrøðu við nakran soleiðis. So ja, eg hevði nervar, meðan eg bíðaði eftir at fáa orðið á hann. Eg helt, at eg fór at fáa brúk fyri at hyggja at mínum notum í heilum, men tá eg fann útav, at Stephen er so sera fyrikomandi, gjørdist eg sera róligur og hevði tað ordiliga stuttligt. Nógv tilvildarlig ting hendu eisini, meðan vit prátaðu, sum tildømis at hann fekk serverað køku frá einum tænara, so tað heila var nokk so spontant og ófyrireikað til eitt vist.«

 

Og hvat gjørdi tú í grundini har, ið Sephen Fry var?

»Eg tók av hesi uppgávu, tí eg síggi virði í at vera saman við fólki, ið eru nógv klókari enn eg sjálvur. Harafturat royni eg eisini at menna nýggju YouTube-rásina hjá mær, har eg geri nakað sum eg kalli fyri 'cinematiskar vloggar'. Har fortelji eg um mínar upplivingar sum lesandi í Spania, sum fotografur, og ikki minst sum menniskja. Ein longri filmur kemur skjótt út um hesa upplivingina og onnur ting eisini. Youtube-rásin eitur @GILLIFILMS og har ber eisini til at síggja alla samrøðuna við Stephen Fry.«

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221