Reyð tøl hjá Atlantic Petroleum

Reyð tøl hjá Atlantic Petroleum
Oljufelagið Atlantic Petroleum hevði í fjør eitt undirskot á 63,8 milliónir eftir skatt boðar felagið frá í fráboðan til virðisbrævamarknaðin
 
01.04.2020 - 13:37

Tað boðar felagið frá í fráboðan til virðisbrævamarknaðin.

Tað var serliga fjórði ársfjóðringur í 2019, ið hilnaðist illa hjá felagnum. Tá hevði felagið eitt undirskot á 40,4 milliónir krónur eftir skátt.

Mark T. Højgaard, stjóri í Atlantic Petroleum, vónar, at virksemið í oljufeltinum Orlando kann geva felagnum eitt lyft næsta ár

Minni enn fyrst væntað

- Hóast fyrsta framleiðslan úr Orlando var munandi minni enn fyrst væntað, so fóru vit undir tað í mars 2019.

Tengt at framleiðslu og gongdini í oljuvinnuni væntar Atlantic Petroleum, at vinna inntøkur í 2020. Felagið hevur eisini boðið til ársaðalfund 30. apríl. 

Á aðalfundinum standa tríggir nevndarlimir fyri vali. Teir eru Ben Arabo, Kaj Johannesen og Mourits Joensen. Teir hava allir boða frá, at teir taka við afturvali, og mælir nevndin til tað sama.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576