Danir hjálpa føroyingum

bannari
Danir hjálpa føroyingum
Tveir danskir grunnar hjálpa eisini føroyskum vinnulívsfólkum í hesum tíðum
 
03.04.2020 - 11:22

Talan er um Vækstfonden og Eksportkreditfonden. BankNordik skrivar um Vækstfonden, at hann veitir trygd fyri lánum ella kredittum í peningastovnum.

Fyritøkur kunnu fáa hjálp frá Vækstfonden, um tær hava staðfest ella vænta at staðfesta í minsta lagi 30 prosent í mistum umsetningini frá 1. mars til 30. mars.

Orsøkin skal vera korona. Tiltøkini hjá Eksportkreditfonden eru framvegis ikki komin í gildi. Tí sambært reglunum um ríkisstuðul skal ES-nevndin góðkenna tiltøkini fyrst.

Kunnu taka lán til gjaldførið

Eksportkreditfonden gevur smáum og miðalstórum útflutningsfyritøkum gjaldføriskautión. Tær kunnu tí taka lán til gjaldførið, tí Eksportkreditfonden veitir trygd.

Eksportkreditfonden hevur eisini víðkað endurtrygging av privatum kreditttryggjarum. Endurtryggingin umfatar nú eisini OECD lond.

Hetta skal gera tað lættari hjá útflutningsfyritøkum at fáa endurtrygging fyri skuld hjá viðskiftafólkum í OECD-londum, eitt nú í londum í Evropa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890