Hjálparpakki tvey kunngjørdur í dag

bannari
Hjálparpakki tvey kunngjørdur í dag
Smáar fyritøkur fáa upp í 80.000 krónur um mánaðin úr landskassanum í tríggjar mánaðir
Hjálparpakki tvey, sum millum annað stuðlar frisørum, verður kunngjørdur á tíðindafundi fyrrapartin
 
03.04.2020 - 07:19

Klokkan 11:00 í dag verður hjálparpakki tvey kunngjørdur á tíðindafundi. Á fundinum vera landsstýrisfólkini Jørgen Niclasen, Helgi Abrahamsen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Sambært uppskotinum um hjálparpakkan fáa fyritøkur upp í 80.000 krónur um mánaðin úr landskassanum í tríggjar mánaðir.

Men ikki treytaleyst. Treytirnar eru, at stjóralønin ikki fer upp um 600.000 krónur í ár. Og einki vinningsbýti má latast í trý ár.

Samanbera annan ársfjórðing

Grundarlagið er umsetningurin í øðrum ársfjórðingi í ár, sum verður samanborin við umsetningin annan ársfjórðing í fjør. 

Vísir tað seg, at umsetningurin næstu tríggjar mánaðirnar, tað er í øðrum ársfjórðingi,  minkar, sammett við sama tíðarskeið í fjør, so er landskassin til reiðar at lata stuðul til tað. 

Stuðulin verður 75 prosent av mista umsetninginum, tó í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin í tríggjar mánaðir.

Formansskapurin fund í dag

Ein annar stuðul er til fólkapensjónistar, sum framvegis arbeiða, men eru sendir til hús. Tey fólkini fáa ongar pengar frá Als, sum støðan er nú. Men hetta verður broytt í hjálparpakka tvey. 

Formansskapurin hjá løgtinginum hevur fund í dag um løgtingsarbeiðið. Ikki er greitt enn, nær tingfundur verður.

Vanliga skulu uppskot vera hjá Løgtingsskrivstovuni tríggjar dagar fyri framløguna. Men í serligum førum kann hendan freistin styttast niður í tveir tímar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558