Ísland: Ferðafólk noydd í sóttarhald

bannari
Ísland: Ferðafólk noydd í sóttarhald
Frá fríggjadegnum skulu øll fólk, sum koma til Íslands, í sóttarhald í 14 dagar
 
23.04.2020 - 07:48

Tað skrivar heimasíðan Iceland Monitor. Ráðharrin í heilsumálum, Svandis Svavarsdóttir, kunngjørdi í gjár eina fyriskipan, ið ger greitt, at øll, sum koma til Íslands, skulu í sóttarhald, tá tey koma til lanið.

Higartil eru bara íslendingar, og fólk sum búgva í Íslandi, fingið boð um at fara í sóttarhald, men nú verða ferðafólk eisini fevnd av boðunum frá íslendsku heilsumyndugleikunum.

Tey fáu ferðafólkini, sum koma til Íslands í hesum døgum, skulu útfylla skjøl, sum tey geva myndugleikunum til passeftirlitið í Íslandi. Har skulu tey greiða frá, hvar tey fara í sóttarhald, og undir hvørjum umstøðum.

Tiltøkini í gildi til 15. mai

Ísland er partur av Schengen-økinum, sum inniber, at fólk kunnu ferðast uttan pass millum tey 26 londini í Schengen-økinum. Tí vera nú eftirlitstøðir settar upp, har ferðafólk úr Schengen-økjum nú koma.

Talið av koronasmittaðum í Íslandi er minkandi, men nýggju átøkini eru ætlað at verja íslendska fólkið móti smittuspjaðing úr øðrum londum, og eru í fyrsta umfari galdandi til 15. mai.

1.785 fólk í Íslandi hava fingið staðfest koronavirus, men av teimum eru næstan 1.500 fólk komin fyri seg aftur. 19 fólk eru framvegis á sjúkrahúsi, og 898 fólk eru í sóttarhaldi. 10 fólk eru deyð av koronavirus í Íslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634