Russland: USA hóttir friðin í Arktis

Russland: USA hóttir friðin í Arktis
USA letur Grønlandi pengar fyri at fáa valdið í Arktis, sigur russiski sendiharrin í Danmark.
 
27.04.2020 - 09:59

Amerikanarar hótta friðin í Aktis.

Tað sigur russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir V. Barbin, sambært Politiken í dag.

Hann sipar til, at USA letur Grønlandi pengar, samstundis sum USA finst hvassliga at Russlandi.

Amerikanski sendiharrin í Danmark, Carla Sands, hevur sagt, at USA letur Grønlandi pengar, góðar 80 mió. kr., fyri at verja Grønland móti illsinnaðari ávirkan og tvingsli úr Kina og Russlandi.

Bróta yvirlýsing

Hetta ger USA bara fyri fáa ræðið í Aktis, skrivar Vladimir V. Barbin til Politiken. Hann sigur, at friðurin í Arktis er hóttur.

USA brýtur yvirlýsingina, sum varð gjørd í Ilulissat í 2008, sigur Russland.

Tá gjørdu Russland, USA, Kanada, Noreg og Danmark avtalu um størri samstarv í Arktis.

USA skuldsetur Russland fyri at vera ágangandi í Arktis við hernaðarligum tiltøkum millum annað. 
    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961