Umvæla høvuðsmotor á Smyrli

Umvæla høvuðsmotor á Smyrli
Korona-ferðaætlanin ger, at hetta er lagaliga løtan at umvæla motorin, sigur rakstrarleiðarin á Strandferðsluni
 
27.04.2020 - 09:02

Smyril siglir í løtuni við skerdari orku, tí ein av høvuðsmotorunum  verður umvældur.

Ætlanin var ikki at gera hetta arbeiðið nú, men korona-ferðaætlanin ger, at nú er lagaliga løtan, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins.

Arbeiðið at yvirhála hendan høvuðsmotorin verður eftir ætlan liðugt sunnudagin 3. mai. Tá kann Smyril aftur sigla við fullari megi.

Hetta er samtundis seinasta yvirhálingin í hesum umfarinum, og tí kunnu ferðafólk gleðast um, at tað gongur rímiliga rúm tíð til næstu yvirháling av hesum slagnum, sigur Jóhan Petur Abrahamsen.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541