Lars Løkke Rasmussen í Betri

Lars Løkke Rasmussen í Betri
Fyrrverandi forsætismálaráðharrin er komin í nevndina í Betri-samtakinum
 
30.04.2020 - 08:13

Tað hendi á ársaðalfundinum í Ognarfelagi tryggingartakaranna í gjárkvøldið. Ognarfelagið eigur Betri-samtakið. Á aðalfundinum stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali. 

Aslaug Gisladóttir og Ragnar Joensen halda fram í nevndini, men Lars Løkke Rasmussen varð valdur fyri Karl Birgir Isaksen, sum ikki stillaði upp aftur. 

 >> SÍ EISINI Formaðurin í Umboðsráðnum lagt frá sær

Aslaug Gisladóttir heldur fram sum nevndarforkvinna. Gunn Danielsen er næstforkvinna. Hinir í nevndini eru Ragnar Joensen, Petur Elias Nielsen, Mortan Simonsen og Lars Løkke Rasmussen.

Úrslitið í 2019 var 260 milliónir krónur, sum verða lagdar afturat eginpeninginum, sum nú er tríggjar milliardir og 318 milliónir krónur. Fíggjarstøðan hjá Betri samtakinum javnvigar nú við góðum 12,8 milliardum krónum.

Jákup Egholm Hansen er farin frá sum nevndarformaður í umboðsráðnum hjá Ognarfelagnum. Hann sigur, at hann kann ikki góðtaka viðurskifti í sambandi við nevndarforkvinnuni, Aslaug Gisladóttur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817