Avvísir, at hann ikki hevur avvíst

Avvísir, at hann ikki hevur avvíst
Nevndin í Starvsmannafelagnum hevur ikki viðgjørt uppskotið frá Fíggjarmálaráðnum um at strika lønarhækking
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið undirskriva sáttmála.
 
10.05.2020 - 15:07
Starvsmannafelagið hevur ein sáttmála við fíggjarmálaráðið, sum er galdandi til 1. oktober næsta ár, og tann sáttmálan heldur Starvsmannafelagið seg til.
 
Tað staðfestir Súni Selfoss, formaður, í einum tíðindaskrivi.
 
Seinastu dagarnar eru komið fram, at Fíggjarmálaráðið ynskir at ógilda sáttmálan við Starvsmannafelagið, sum partarnir undirskrivaðu fyrr í ár.
 
Men formaðurin í Starvsmannafelagnum afturvísir, at nøkur avgerð er tikin í málinum, tí nevndin í felagnum hevur ikki viðgjørt ynskið frá Fíggjarmálaráðnum..
 
Súni Selfoss vil heldur ikki hava sitandi á sær, at hann skal hava róð framundir, at hann ikki avvísir at ganga ynskinum frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum á møti og ógilda sáttmálan.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162