Fýra skúlar skulu hava fyrstalærara

Fýra skúlar skulu hava fyrstalærara
Freistin at søkja størvini er í dag
Í Hattarvík skulu tey eisini hava nýggjan fyrstalærara
 
15.05.2020 - 09:47

Í dag er evstamark at søkja starv sum skúlastjóri í fýra skúlum.

Talan er um starv sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla, fyrstilærari í skúlanum á Fossánesi, tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla og tíðaravmarkað starv sum útoyggjalærari í Kirkju- og Hattarvíkar skúla.

Umsøkjari skal m.a. hava útbúgving sum fólkaskúlalærari, og hava starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Í Velbastaðar skúla verða 37 næmingar í 1. - 7. árgangi næsta skúlaár. Í skúlanum á Fossánesi verða 30 næmingar í 1. - 7. árgangi næsta skúlaár. Í Hósvíkar skúla verð 8 næmingar í 1. - 3. árgangi næsta ár.

Í Kirkju-og Hattarvíkar skúla verða tveir næmingar í 6. flokki og ein í 8. flokki. Útoyggjalærarin er bæði leiðari og lærari í skúlanum, og hann undirvísir í øllum lærugreinum.

Evstamark at søkja 15. mai, sum er í dag, skrivar heimasíðan hjá Mentamálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk: Andy Scott um Reincarnation
207339
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708