Obama hartar USA fyri COVID-19 handfaring

Obama hartar USA fyri COVID-19 handfaring
Fleiri, sum eru í starvi hjá amerikansku stjórnini, vita ikki, hvat tey gera, heldur fyrrverandi forsetin í USA
Barack Obama, sum var forseti í USA frá 2009 til 2017, hartar amerikansku stjórnina fyri handfaringina undir koronukreppuni
 
17.05.2020 - 16:26

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, hartar nú USA fyri COVID-19 handfaringina hjá landinum. Tað hendi í eini beinleiðis sjónvarpssending um vikuskiftið, sum vardi í tveir tímar, skrivar tíðindastovan, AFP.

Obama heldur, at korona-farsóttin í USA í seinastuni hevur víst, at fleiri, sum eru í starvi hjá amerikansku stjórnini, ikki vita, hvat tey gera.

Nógv av teimum tykjast heldur ikki at vera ábyrgdarfull, sigur hann, uttan at hann tó ítøkiliga nevnir, hvørji starvsfólk í stjórnini, hann sipar til.

Sjáldan í fjølmiðlunum

Fyrrverandi forsetin í USA hevur verið sjáldan í fjølmiðlunum síðani hann fór frá sum forseti í USA í januar 2017.

Í síðstu viku kom tó ein samrøða millum Obama og fyrrverandi starvsfólk hjá stjórnini í ljósmála av gáloysni á heimasíðuni hjá Yahoo News.

Í samrøðuni kallaði Barack Obama COVID-19 handfaringina hjá USA fyri eina "fløkta vanlukku," sum hann málbar seg sambært AFP.

Obama: Rasuskilnaðurin týðiligari nú

Bersøgna útsøgnin hjá Barack Obama er higartil mest ágangandi atfinningin, sum Obama hevur sett fram ímóti Trump og hansara stjórn, skrivar CNN.

Í beinleiðis sjónvarpssendingini um vikuskiftið leggur Obama eisini dent á, at rasuskilnaðurin í USA er vorðin enn meira týðiligur síðani koronakreppan tók dik á seg.

Útsøgnin hjá Barack Obama er eitt tekin um, at hann ætlar sær at taka lut í komandi valstríðnum í USA, skrivar tíðindastovan, Associated Press.

Stuðlar Biden í valstríðnum

Obama lovaði í sjónvarpssendingini lesandi, at hann fer at brúka so nógva tíð og orku, sum yvirhøvur gjørligt, at reka valstríð fyri Joe Biden.

Joe Biden var varaforseti, tá Obama var forseti í USA. Biden er forsetavalevni hjá Demokratunum, og fer at bjóða Donald Trump av á forsetavalinum í november.

Demokraturin, Barack Obama, var forseti í USA frá januar 2009 til januar 2017, tá Donald Trump avloysti hann í forsetasessinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
Nýtt ljóð
206817
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Hósdag 9. apríl
Morgunlestur hósdagur 9.apríl 2026
206584
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650