Kina verður stórur eigari í Norwegian

Kina verður stórur eigari í Norwegian
Eitt kinesiskt felag, sum leigar flogfør til Norwegian, strikar 1,6 milliardir krónur av skuldini
 
20.05.2020 - 14:16

Kina verður nú stórur eigari í norska flogfelagnum, Norwegian.

Ein kinesisk fyritøka hevur strikað meira enn eina milliard norskar krónur av skuldini hjá Norwegian, fyri at fáa størri ognarlut í lágprísflogfelagnum.

Kinesiska leasing-felagið, BOC Aviation, sum leigar Norwegian flogfør, strikar 1,6 milliardir norskar krónur av skuldini hjá Norwegian, og eigur tí nú 12,67 prosent av felagnum.

Staturin stýrir

Tað er kinesiski bankin, Bank of China, sum eigur BOC Aviation, og kinesiski staturin stýrir bankanum.

Kinesiski staturin er sostatt nú stóreigari í Norwegian, skrivar Berlingske.

Sum liður í einari bjargingarætlan, skuldi Norwegian royna at strika so nógva skuld sum til ber, og lata partabrøv afturfyri. 

12,7 mia. skarvaðar av

Norwegian hevur tilsamans minkað skuldina 12,7 milliardir norskar krónur. 

Fyribils er felagið bjargað undan húsagangi. 

Um vikuskiftið eydnaðist felagnum at samráðast við tey, sum eiga lánsbrøv, og tey umleið 25 leasing-feløgini, sum leiga Norwegian flogfør, og fekk 12,7 milliardir strikaðar. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638