Nýggj kommunuætlan fyri Havnina

Nýggj kommunuætlan fyri Havnina
Kommunuætlanin er ein heildarætlan um Tórshavnar kommunu, og hon umfatar 12 ár
Nýggja kommunuætlanin er munandi meira víðfevnd enn tann, sum er nú, og hon viðger nógv fleiri øki
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.05.2020 - 11:11

Býráðið í Havn fer hóskvøldið at viðgera eitt uppskot um, at nýggja kommunuætlanin skal sendast til hoyringar. 

Fíggjarnevndin hjá býráðnum viðgjørdi ætlanina 20. mai og sendi hana til býráðið við uppskoti um, at kommunuætlanin verður løgd út til almenna hoyring.

Allar nevndir hjá býráðnum hava viðgjørt ætlanina. 

12 ára ætlan

Kommunuætlanin er ein heildarætlan um Tórshavnar kommunu, og hon umfatar 12 ár. Verandi kommunuætlan er frá 2014.

Nýggja kommunuætlanin er munandi meira víðfevnd enn tann, sum er nú, og hon viðger nógv fleiri øki. 

Ætlanin samantvinnar lógir um eitt nú býarskipan, vegir, náttúru- og umhvørvisvernd og almennar tænastur við politikkin hjá kommununi um bústaðir, umhvørvi og orku, parkering, frítíð og ítrótt, eldrapolitikk, barnapolitikk og ungdómspolitikk. 

Ætlanin lýsir eisini tørvin á bústøðum, vegum, dagsstovnum og skúlum og ellis- og røktarheimum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672