Sands kommuna fýra milliónir í avlopi

Sands kommuna fýra milliónir í avlopi
Langtíðarskuldin er nú 14,5 milliónir kr.
Heima á Sandi
 
26.05.2020 - 09:25

Sands kommuna hevði 3,8 milliónir krónur í rakstraravlopi í fjør. 

Kommunustýrið samtykti í gjár einmælt roknskapin fyri 2019.

Í fjør rindaði kommunan eina millión krónur niður av skuld, og nú er langtíðarskuldin hjá Sands kommunu 14,5 milliónir krónur. 

Skattaprosentið í kommununi í ár er 20,75 prosent, eftir at kommunan í desember samtykti at lækka skattaprosentið 0,25 prosentstig. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. juni
Veðrið
193424
Mánadag 16. juni
3-2 (16. september 2025)
193379