Premier League byrjar aftur 17. juni

Premier League byrjar aftur 17. juni
Tey 20 feløgini í bestu ensku fótbóltsdeildini hava funnið semju, sum hevur við sær, at kappingarárið 2019/20 byrjar aftur 17. juni
Mohammad Salah sleppur skjótt aftur at spæla dyst
 
28.05.2020 - 17:23

Besta enska fótbóltsdeildin við monnum, Premier League, byrjar aftur 17. juni við dystum millum Manchester City og Arsenal og Aston Villa og Sheffield United.

Tað eru tey 20 feløgini í ensku fótbóltsdeildini vorðin samd um eftir fund í dag.

Tað skrivar The Independent og fleiri aðrir enskir miðlar. 

Seinastu dagarnar er ferð komin á ætlanirnar um at taka kappingarárið, sum varð steðgað í mars, upp aftur.

Feløgini samdust í gjár um, at vanliga venjingin við kropssambandi kundi byrjað aftur. Ein stórur meiriluti av spælarum og venjarum eru fyri hesum, skrivar The Independent.

Premier League hevur tikið koronaroyndir av spælarum og starvsfólkum í seinastuni, og seinastu úrslitini staðfestu fýra tilburðir av Covid-19 av 1008 royndum.


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751