Nevningating um mál um drápsroynd

Nevningating um mál um drápsroynd
Ein sjúklingur á Psykiatrisku deild er skuldsettur fyri at hava lagt á eitt starvsfólk
Skuldsetti maðurin tók kvørkratak um kvinnan, og hann er skuldsettur fyri drápsroynd
 
09.06.2020 - 09:59

29. juni byrjar nevningating um eina hending fyri einum sløkum ári síðani. Ein maður er skuldsettur fyri drápsroynd.

Maðurin, sum er sjúklingur á Psykiatrisku deild í Havn, er skuldsettur fyri 22. juni í fjør at hava lagt á eitt starvsfólk á deildini, meðan tey gingu á gøtuni vestan fyri Sandá, sum er áin millum Havnina og Argir.

Maðurin, sum er fyrst í tjúgunum, leyp á kvinnuna og tók kvørkratak. Hann er tí skuldsettur fyri drápsroynd.

Skuldsetti maðurin er framvegis á Psykiatrisku deild.

Nevningatingið verður á Hotel Hafnia.

Framvegis varðhaldsfongslað

Kvinnan, sum er skuldsett fyri kynsligan ágang móti dóttur sínari, er framvegis varðhaldsfongslað. Hon er varðhaldsfongslað til 19.juni, tá málið verður viðgjørt í Føroya rætti.

Málið byrjaði síðst í mars, tá ein 41 ára gamal maður varð varðhaldsfongslaður í grundlógaravhoyring. 

Hann varð skuldsettur fyri at hava havt kynsligt samband við stjúkdóttur sína.

Gentan var yngri enn 18 ár, tá kynsliga sambandið skal vera byrjað. Nakrar fáar dagar seinni varð móðir gentuna eisini varðhaldsfongslað.

Maðurin varð latin leysur 6. apríl, men hann er framvegis skuldsettur. Kvinnan, sum er í tríatiárunum, er enn í varðhaldi. 

Sambært skuldsetingunum byrjaði kynsligi ágangurin í 2016. Tá var gentan 15 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961