WeTravel: Landið noyðist at rinda 30.000 kr.

WeTravel: Landið noyðist at rinda 30.000 kr.
Eingin kreditorur vil gjalda fyri, at trotabúgvið heldur fram, so tað er nú endað.
Viðgerðin í Skiftirættinum móti trotabúnum WeTravel er endað
 
15.06.2020 - 09:21

Landið noyðist at gjalda 30.000 kr. fyri fáa trotabúgvið WeTravel endað.

Skráseting Føroya bað um ólavsøkumundið Skiftirættin um at tvingsilsupploysa WeTravel, tí eingin nevnd var í smápartafelagnum.

Tá Skrásetingin biður um tvingsilsupploysn, skal trygd vera við, so pengar eru at viðgera trotabúgvið.

Eingir pengar

Nøkur krøv eru móti trotabúnum, men eingir pengar vóru í búnum, sum nú er endað. Krøvini móti búnum eru ikki roynd.

Leiðslan, sum var í smápartafelagnum, veðheldur fyri pengum, sum felagið fekk úr einum peningastovni.

Eingin kreditorur vil gjalda fyri, at trotabúgvið heldur fram. So tað er nú endað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026