Tveir mánaðir síðani korona seinast varð staðfest

bannari
Tveir mánaðir síðani korona seinast varð staðfest
11.943 kanningar eru gjørdar í Føroyum
11.943 kanningar av covid-19 eru gjørdar í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.06.2020 - 09:12

Í dag, 22. juni, eru tveir mánaðir síðani, koronusmittan seinast varð staðfest í Føroyum.

22. apríl vórðu tveir tilburðir staðfestir. Hetta vóru fólk, sum komu til Føroya við flogfari.

Seinast, staðfest varð, at fólk varð smittað í Føroyum, var 6. apríl.

187 vóru smittað

187 fólk høvdu koronu í Føroyum.Tey flestu, 95, vóru í Suðurstreymi.

Síðani koma Norðoyggjar við 45 smittaðum, 21 í Eysturoynni, 12 í Vágum, 11 í Norðstreymi og í Sandoynni og Suðuroynni vóru samanlagt trý smittað.  

Fyrstu ferð, koronusmittan varð staðfest í Føroyum, var 3.mars.

11.943 kanningar eru gjørdar í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952