Atkvøða um stórar broytingar í fiskivinnuni

Atkvøða um stórar broytingar í fiskivinnuni
Tvey lógaruppskot hjá landsstýrinum hava aðru viðgerð í dag
 
24.06.2020 - 06:41

Løgtingið fer í dag at atkvøða um stórar broytingar í fiskivinnuni. Tvey lógaruppskot hjá landsstýrinum hava aðru viðgerð í dag.

Talan er um broytingar í lógini um sjófeingi, og um uppskotið um at skatta vinningin, tá veiðirættindi verða seld.

Annað álitið um uppskotið, sum skal geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild at avgera, nær skeinkistøðini lata upp og aftur,og hvussu nógv fólk eru inni har í senn, kemur í dag.

Aftur í nevnd fríggjadagin

Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini, sigur, at hon hevur givið boð um at skriva nýtt álit til tingfundin í dag.

Lógaruppskotið fór aftur í nevnd fríggjadagin eftir uppskoti frá Christiani Andreasen, sum var einasti limur í Vinnunevndini, sum mælti til at geva landsstýrismanninum heimildina.

Arbeitt verður við einum broytingaruppskoti í sambandi við lógaruppskotið. Samgongutinglimir koma við broytingaruppskotinum á tingfundinum í dag. Ætlanin er at broyta uppskotið, so tað hevur ein møguleika fyri at blíva samtykt.

Uppskotið kann takast aftur

Fór málið ikki aftur í nevnd á tingfundinum fríggjadagin, hevði tað fallið. Føroyingar gera ikki sjálvir av, nær skeinkistøð eru opin, um endamálið er at forða fyri smittuspjaðing.

Heilsu- og Eldramálaráðið í Danmark hevur boðað Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum frá, at løgtingið kann ikki broyta matvørulógina soleiðis, at landsstýrismaðurin í vinnumálum kann avgera, nær skeinkistøðini lata upp og aftur, og hvussu nógv fólk eru inni í senn. Tí málsøkið smittuspjaðing er danskt.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum eigur uppskotið, sigur, at gevur samgongan honum boð um at taka uppskotið aftur, so ger hann tað. Hann tekur tað ikki aftur av sínum eintingum, tí samgongan gav honum boð um at leggja tað fram. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974