Uppskot: Smidligari at ferðast millum Norðurlond

bannari
Uppskot: Smidligari at ferðast millum Norðurlond
Løgmaður hevur lagt uppskot fram um at Norðurlondini saman tryggja, at COVID-19 kanningar verða góðkendar, so smidligari verður at ferðast
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.06.2020 - 08:48

Eitt føroyskt uppskot um COVID-19 kanningar fær góða undirtøku í hinum Norðurlondunum. Norðurlendsku stjórnarleiðararnir høvdu videofund í gjár um koronu.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kom við uppskoti um, at londini góðkenna COVID-19 kanningar, sum eru gjørdar í øðrum Norðurlandi, so lættari verður at ferðast millum londini.

Arbeiða víðari við málinum

Uppskotið fekk jaliga móttøku. Stjórnarleiðararnir samdust um at biðja heilsumálaráðharrarnar arbeiða víðari við málinum, sigur Løgmansskrivstovan.

Stjórnarleiðararnir harmaðust um, at neyðugt var at steingja landamørkini í Norðurlondum. Men hetta var undantaksstøða, sum ikki skal gera norðurlendska samstarvið veikari. 

Løgmaður kunnaði hinar stjórnarleiðararnar um norðurlendsku ráðstevnuna um COVID-19, sum landsstýrið hevur í Føroyum í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655