Hasfjord á beding í minst tvær vikur

Hasfjord á beding í minst tvær vikur
Skipið, sum bar við botn í innsiglingini í Skopun mikudagin, fer á beding
 
26.06.2020 - 08:57

Hasfjord fer nú á beding og verður í hvussu so er í tvær vikur, upplýsa Strandfaraskip landsins.

Hasfjord bar við botn í innsiglingini í Skopun mikudagin. Tað fer at kosta 2,5 milliónir krónur at rudda innsiglingina til Skopunar havn fyri grót.

Tilboðini uppá arbeiðið eru komin. Í 2014, 2015, 2017 og 2019 varð innsiglingin ruddað so frægt fyri grót, at til bar at brúka havnina. 

Men nú er neyðugt at rudda aftur, og løgtingið hevur játtað 2,5 milliónir krónur til at rudda aftur nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810