Landið hevði fingið 226 milliónir

Landið hevði fingið 226 milliónir
Landskassin hevði fingið umleið eina fjórðings milliard, var uppsjóvarfiskur og botnfiskur í Barentshavinum seldur á uppboðssølu aftur í ár
 
06.07.2020 - 11:55

Landskassin hevði fingið 226,1 millión krónur, um uppsjóvarfiskur og botnfiskur í Barentshavinum varð seldur á uppboðssølu aftur í ár. Eingin uppboðssøla er í ár, tí lógin um sjófeingi er broytt.

Men var uppboðssølan í ár og miðalprísurin tann sami sum í fjør, hevði landið selt 4.045 tons av botnfiski fyri 29 milliónir krónur, 12.242 tons av makreli fyri 81 milliónir krónur, 35.847 tons av sild fyri 86,4 milliónir krónur. og 70.455 tons fyri 29,6 milliónir krónur.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í einum svari til Høgna Hoydal, tingmann, sum hevur 11 spurningar um kvotur, sum eru latnar reiðaríum sambært nýggju sjófeingislógini.

Ein spurningur er, hvussu nógv tey 20.000 tonsini av sild, sum fýra tey størstu reiðaríini fingu afturat, eru verd. Sambært miðal avreiðingarprísunum árini 2015-2019 er virðið 92,6 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542