Størsta smittutalið í eitt samdøgur

bannari
Størsta smittutalið í eitt samdøgur
Ongantíð fyrr eru so nógvir COVID-19-tilburðir skrásettir í Hongkong, sum nú
Carrie Lam, leiðari í Hongkong, á tíðindafundi í morgun, nú met nógvir tilburðir verða skrásettir í Hongkong
Mynd: AP  
 
19.07.2020 - 13:08

Tað segði Carrie Lam, leiðarin í Hongkong, á tíðindafundi í morgun, sambært útlendskum tíðindastovum.

Seinasta samdøgrið eru meira enn 100 nýggir tilburðir staðfestir í Hongkong, og myndugleikarnir hava boðað frá nýggjum tiltøkum, ið skulu tálma smittuni.

Carrie Lam lýsir støðuna í Hongkong sum "sera álvarsliga", og eingi tekin eru um, at tamarhald fæst á støðuni, sum hon orðar seg sambært BBC News.

Nýggj og strong tiltøk

Myndugleikarnir ætla at kanna 10.000 fólk um dagin, og at noyða fólk at brúka masku  innandura á  almennum støðum ; eitt nú í handilsmiðstøðum. Hetta er longu eitt krav í almennu samferðsluni.

Nýggju og herdu tiltøkini koma í kjalarvørrinum á, at myndugleikarnir í Hongkong í síðstu viku stongdu skeinkistøð, venjingarmiðstøðir og noyddu matstovur at steingja klokkan seks um kvøldið.

Tað hava annars verið lutfalsliga fáir tilburðir í Hongkong síðani COVID-19-smittan tók seg upp, tí strong tiltøk vórðu sett í verk longu í januar.

Hinvegin eru nógvir tilburðir staðfestir í Hongkong í seinastuni, skrivar BBC News. Bara tær báðar síðstu vikurnar eru 500 nýggir tilburðir staðfestir í Hongkong.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096