Føroysku kvinnurnar vunnu ein dyst og taptu ein

Føroysku kvinnurnar vunnu ein dyst og taptu ein
Tveir vinardystir vóru í gjár millum U 16 og U 18 kvinnurnar í hondbólti millum Føroyar og Ísland. U 16 vann sínn dyst meðan eldru kvinnurnar taptu
 
02.08.2020 - 10:47

Føroyar og Ísland hittust til vinardyst í høllini á Hálsi gjár við U 16 og U 18 landsliðunum hjá kvinnum.

Føroysku U 16 genturnar vunnu dystin við einum málið eftir at hava verið aftanfyri 9-14 í hálvleikinum.

U18 kvinnulandsliðið tapti sín dyst við 8 málum - hálvleikstøðan var 17-9 til Ísland og dysturin endaði 32-24.

Liðini hittast aftur í høllini á Hálsi í dag.

U 16 kvinnurnar spæla klokkan 16 og U 18 kvinnurnar klokkan 18.

Topskjúttin hjá U 16 kvinnunum Maria P. Nólsoy, skeyt 7 mál í dystinum í gjár, men verður ikki við í dag.

Hon breyt hondina í dystinum í gjár, skrivar Hondbóltsambandið á heimasíðu sínari.

 

Mynd: Portal.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860