Tveir nýggir tilburðir staðfestir í Føroyum

bannari
Tveir nýggir tilburðir staðfestir í Føroyum
Koronusmittan er aftur staðfest í Føroyum, váttar landslæknin fyri Kringvarpinum
Koronusmittan er nú aftur staðfest í Føroyum, váttar landslæknin fyri Kringvarpinum stutt fyri døgurða
 
04.08.2020 - 11:51

Tvey fólk í Føroyum hava fingið staðfest koronusmittuna. Tað váttar Lars Fodgaard Møller, landslækni í Føroyum, fyri Kringvarpinum.

Tey bæði fólkini, sum hava fingið staðfest COVID-19 smittuna, hava bæði verið á ólavsøku, og fólkini hava ikki tilknýti til hvønn annan.

 >> SÍ EISINI Landslæknin: Støðan er ørkymlandi

Eitt annað fólk, sum eisini var statt í Føroyum á ólavsøku, og sum nú er farið aftur til Danmarkar, hevur eisini fingið staðfest koronusmittuna.

Tað er óvist, um hetta triðja fólkið er smittað í Føroyum. Landslæknin veit longu við vissu, at tvey av fólkunum eru smittað í Føroyum, upplýsir Heilsumálaráðið.

Landslæknin rópar varskó

Landslæknin mælir nú øllum til at taka støðuna í størsta álvara. Tað er neyðugt, at øll venda aftur til góða atburðin við góðum reinføri og neyðugu frástøðuni, sigur hann.

– Taka vit okkum ikki um reiggj nú, er veruliga vandi fyri, at smittan fær fastatøkur í Føroyum. Her er talan um tríggjar ymiskar smittuketur, sigur landslæknin.

 Tí skulu vit brúka stóra orku upp á at smittuuppspora tær ymisku smittuketurnar, sigur Lars Fodgaard Møller í tíðindaskrivi, sum varð sent út beint eftir klokkan 12.

Landsstýrið og Epideminevndin koma saman

Bæði landsstýrið og Epidemikommisjónin fara at koma saman sum skjótast, nú fleiri nýggir COVID-19 tilburðir eru staðfestir, upplýsir Heilsumálaráðið.

Landslæknin heitir á øll fólk, sum hava verið í sambandi við tey smittaðu, um at seta seg í samband við seg á teldupostinum lafm@stps.dk

Teir báðir tilburðirnir, sum nú eru staðfestir í Føroyum, eru staðfestir í kanningum í Havn og Klaksvík, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við Kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887