Als rindaði 127 mió. kr. í lønarískoyti

bannari
Als rindaði 127 mió. kr. í lønarískoyti
Landskassin hevur borið kostnaðin síðani 1. juli. Skipanin fer úr gildi seinast í hesum mánaðinum
Landskassin hevur borið útreiðslurnar síðani 1. juli, men Arbeiðsloysisskipanin umsitur fram vegis skipanina
 
17.08.2020 - 11:19

Lønarískoytisskipanin kostaði Als-grunninum millum 125 og 127 mió. kr.

Í lønarískoyti vórðu goldnar 117,5 mió. kr. Afturat koma so eftirløn og arbeiðsmarknaðargjøld.

Síðani 1.juli hevur landskassin borið kostnaðin, men Als hevur framvegis umsitið skipanina.

Endurgjald úr Trygdargrunninum

Lønarískoytið til fiskimenn fær Als aftur úr Trygdargrunninum. Tað talið er ikki tøkt enn, men tað er ikki stórt, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í Als.

Als skal eisini hava pengarnar, sum eru goldnir pensjónistum í lønarískoyti, aftur. Teir koma úr landskassanum.

Her er talan um góðar tvær milliónir krónir.

637 fólk

Í dag eru 637 fólk í skipanini, sum heldur uppat 31.august.

Skipanin kom 12.mars. Tann 4.apríl vóru 4.320 fólk í henni, men síðani er talið minkað niður í 637, sum tað er í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025