Grønlendingar skulu manna heimaverju

Grønlendingar skulu manna heimaverju
Tørvur verður á umleið 120 fólkum, sigur varaleiðarin í Arktisk Kommando
Eykamanningin skal hjálpa Arktisk Kommando í kreppustøðum
 
17.08.2020 - 09:19

Arktisk Kommando arbeiðir í løtuni við at seta eina heimaverju á stovn í Grønlandi, sum skal vera mannað við sjálvbodnum grønlendingum.

Tað skrivar grønlendski miðilin, Sermitsiaq, um vikuskiftið.

John Boye Rasmussen, varaleiðari í Arktisk Kommando, sigur sambært Sermitsiaq, at tørvur er á einari eykamanning, sum kann stuðla Arktisk Kommando í kreppustøðum. Tí verður málið fyrireikað nú, og ætlanin er at útvega fólk til heimaverjuna um eitt ár.

Tørvur á 120 fólkum

Hann leggur aftrat, at tað ikki er avgjørt enn, hvussu nógvum sjálvbodnum brúk er fyri, men tørvur verður á umleið 120 fólkum, um tað skal gera nakran mun.

Frammanundan er ein deild til at taka, sum er mannað við bæði grønlendingum og dønum, um kreppustøður taka seg upp.

Hetta eru í høvuðsheitum fólk, sum fyrr hava gjørt hertænastu.

Men John Boye Rasmussen sigur, at tað hevði gjørt góðan mun, um Arktisk Kommando fekk hjálp frá staðkendum fólki, sum eisini duga grønlendskt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028