Føroysk lóg um vakmyndatól

Føroysk lóg um vakmyndatól
Galdandi lóg á økinum er donsk, og hon varð sett í gildi í Føroyum í 1988
Nýggja lógin skal koma í gildi á nýggjárinum, samstundis sum nýggja dátuverndarlógin kemur í gildi
 
20.08.2020 - 08:55

Nú kemur ein føroysk lóg um vakmyndatól. Lógaruppskotið er gjørt og sent til hoyringar.

Galdandi lóg er donsk. Hon er frá 1982 og eitur lov om forbud mod privates TV-overvågning. 

Hon bleiv sett í gildi í Føroyum í 1988 uttan broytingar og er ikki broytt síðani. 

Óneyðugt eftirlit

Endamálið við lógini er at forða fyri tí, sum verður nevnt óneyðugt eftirlit í almenna rúminum. 

Og skelti eiga at siga frá, har vakmyndatól eru.

Endamálið er eisini at forða fyri, at ein og hvør kann hava eftirlit við vegum og tílíkum, sum verða brúkt til vanliga ferðslu.

Landsstýrið ætlar, at føroyska lógin um vakmyndatól skal koma í gildi 1.januar 2021, tá nýggja dátuverndarlógin kemur í gildi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542