Beint úr Eysturoynni og Norðoyggjum á flogvøllin

Beint úr Eysturoynni og Norðoyggjum á flogvøllin
Bygdaleiðir fara kanska at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin beint á flogvøllin
Kanska verður beinleiðis samband á flogvøllin úr norðari parti av landinum við Bygdaleiðum.
 
22.08.2020 - 09:44

Kanska fara bussar at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin á flogvøllin.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningum frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni.

Jørgen Niclasen sigur, at Strandfaraskip landsins upplýsa, at umhugsað verður at økja tænastuna á leiðunum 300 og 400 og møguliga gera eina snarleið til flogvøllin, tá Eysturoyartunnilin er liðugur. 

Nýggj bíleggingarskipan og prísskipan verða royndar næsta ár.

Nógvir bilar við vatnið

Jørgen Niclasen sigur eisini, at ferðslan á landsvegnum við Sørvágsvatn ella Leitisvatn er vaksin okkurt um 40 prosent frá 2010 til 2019.

Har koyrdu i miðal 3.200 bilar um samdøgrið.

Men hetta talið er minkað niður í 2.300, síðani korona kom. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985