Frátikið valrætt: 17 fáa valrætt

Frátikið valrætt: 17 fáa valrætt
Týsdagin fer Helgi Abrahamsen at biðja um, at tey sum hava mist valrættin eftir verjumálslógini, kunnu fáa hann aftur til kommunuvalið
Áheitanin á Helga Abrahamsen (myndin) kemur frá Megd
 
30.08.2020 - 10:02

Týsdagin skal løgtingið viðgera uppskot um at víðka valrættin til kommunuvalið. 

Eftir uppskotinum, sum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður hevur lagt fyri tingið, skulu tey  sum hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini, hava hann aftur.

Talan er um 17 fólk, vísir uppteljing í fólkayvirlitinum. 

Tað skulu tvær lógarbroytingar til.
 

Megd 
Tað er so, at  Stýrisskipanarlógin ásetur, hvør hevur valrætt til Løgtingið, men ásetur ikki hvør hevur valrætt til kommunuval. 

Kommunuvallógin ásetur tó, at tú skalt lúka treytirnar fyri valrætti og valbæri til Løgtingið, fyri at hava valrætt og valbæri til kommunuval. 

Sambært stýrisskipanarlógini og løgtingsvallógini, hava persónar, sum eru undir verjumáli og hava fingið rættarliga
myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini § 6, ikki valrætt og valbæri til løgtingsval, og tí hevur hesin bólkur av persónum heldur ikki valrætt og valbæri til kommunuval.

Tað er Meginfelagið MEGD sum hevur heitt á landsstýrið um at broyta vallógirnar hesum viðvíkjandi.

Uppskotið skal til 1. viðgerð týsdagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655