Javnaðarflokkurin: Lønarkontur ókeypis

Javnaðarflokkurin: Lønarkontur ókeypis
Ein andstøðuflokkur vil hava, at fólk skulu brúka bankarnar ókeypis til tær mest grundleggjandi tænasturnar
Aksel V. Johannesen tosar við Bárð á Steig Nielsen, løgmann
 
30.08.2020 - 08:54

Ein andstøðuflokkur vil hava, at fólk skulu brúka bankarnar ókeypis til tær mest grundleggjandi tænasturnar.
Tað er Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum eigur uppskotið. Sambært Aksel V. Johannesen, eru peningastovnarnir vinnuligar fyritøkur, og tað er tí skilligt, at peningur
verður tikin fyri at veita viðskiftafólki sínum ávísar tænastur. Men í og við at tað er lógarkravt, at lønin skal umvegis ein peningastovn, halda uppskotssetararnir tað vera órímiligt, at tað í ávísum førum kostar at hava eina lønarkontu, og at tað ikki ber til at taka reiðan pening út uttan at skula
rinda fyri hetta.

Ikki nøgd

Var talan um aðra privata fyritøku, har viðskiftafólkini ikki vóru nøgd við tænastuella prísstøðið, høvdu tey møguleika at velja fyritøkuna frá og aðra fyritøku til, sigur Aksel V. Johannesen um uppskotið, sum er til samtyktar og tí er ein áheitan á landsstýrið um at syrgja fyri, at reglur vera settar fyri, hvat bankarnir kunnu tjena pening uppá. 
Løgtingið fer at viðgera uppskotið týsdagin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655