Sethúsaprísirnir uttan fyri Havnina hækka

Sethúsaprísirnir uttan fyri Havnina hækka
Í miðstaðarøkinum lækkaðu sethúsaprísirnir í fyrsta ársfjórðingi, og færri hús vórðu seld
Í Havnini vóru prísirnir í 1. og 2. ársfjórðingi 20% lægri, enn í sama tíðarskeiði í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.08.2020 - 15:21

Prísirnir á sethúsum hækkaðu fleiri staðni í landinum fyrra hálvár, hóast Covid-19 kundi væntast at ávirka bjartskygnið hjá húsarhaldunum.

Serliga eru sethús uttan fyri Havnina seld fyri hægri prís fyrra hálvár í ár, samanborið við meðalprísin í fjør, upplýsir Landsbankin í tíðindaskrivi.

Fyrra hálvár hækkaðu prísirnir meir enn 10% í størru bygdunum og um 30% í smærri bygdunum og í Sandoynni og Suðuroynni,  samanborið við meðalprísin í fjør. Í smáu bygdunum og í Sandoynni og Suðuroynni eru tó lutfalsliga fáar sølur, og tí skal lítið til fyri at ein einstøk søla dregur meðalprísin uppeftir.

Lækkaðu í miðstaðarøkinum

Í miðstaðarøkinum lækkaðu sethúsaprísirnir í fyrsta ársfjórðingi, og færri hús vórðu seld.

Í Havnini vóru prísirnir í 1. og 2. ársfjórðingi 20% lægri, enn í sama tíðarskeiði í fjør. Í øðrum ársfjórðingi lagaðu prísirnir seg tó aftur, og seinastu metingarnar vísa, at meðalprísurin nú nærkast 3,2 mió. kr. í Havnini.

Tey dýrastu 5% av húsunum, ið eru seld í Havnini hetta fyrsta hálvárið, eru farin fyri meira enn 4 mió. kr.

Prísurin er hækkaður nógv í Havn seinastu árini, og í fjør hækkaði prísurin 25 prosent, samanborið við árið fyri.

Meðalprísurin fyri íbúðir í Havnini er hækkaður 400.000 krónur fyrra hálvár, samanborið við í fjør. Tá var meðalprísurin um tvær milliónir kr. Fermetraprísurin fyri íbúðir í miðstaðarøkinum er nú 28.000 kr.

Ikki so meint rakt

Landsbankin heldur, at sum heild tykjast húsarhaldini ikki at vera so meint rakt fíggjarliga av koronusjúkuni. Tað kemur millum annað av, at inntøkugrundarlagið hjá fólki, ið hava verið heima, er tryggjað av almennum hjálparpakkum og við stuðuli frá bankunum, ið hava boðið sínum viðskiftafólki avdráttarskáa.

Tað ger, at keypiorkan ikki broyttist fyrra hálvár. Tað samsvarar eisini við seinastu brúkarakanningina hjá Hagstovuni, ið vísir, at húsarhaldini ikki meta sína egnu fíggjarstøðu fara at versna, hóast útlitini fyri samlaða búskapin síggja verri út í treystikanningini hjá Hagstovuni, skrivar Landsbankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498