Javnaðarflokkurin størstur í kanning

Javnaðarflokkurin størstur í kanning
Veljarakanning gevur Javnaðarflokkinum 10 tingfólk. Andstøðan fær meirilutan, hóast Tjóðveldi bara fær fimm tingfólk í kanningini hjá Portalinum
 
01.09.2020 - 11:51

Javnaðarflokkurin hevði verið stóri vinnarin, um løgtingsval var í dag. 

Flokkurin hevði fingið 28,5 prosent av atkvøðunum, ið er ein framgongd á 6,3 prosentstig frá løgtingsvalinum fyri einum ári síðan. Tað er nokk til 10 tingfólk. 

Tað vísir nýggjasta veljarakanningin hjá spyr.fo, ið er gjørd fyri Portalin. 

Stóra framgongdin hjá Javnaðarflokkinum gevur eisini andstøðuni meiriluta, hóast hin stóri andstøðuflokkurin, Tjóðveldi, gongur aftur í veljarakanningini. 

Tjóðveldi fær 16,4 prosent í kanningini, ið er ein afturgongd á 1,7 prosentstig. Í tingmannabýtinum minkar flokkurin úr 6 til 5 tinglimir.

Framsókn fær 6,3 prosent í kanningini, ein framgongd á 1,7 prosentstig, og varðveitir harvið tveir tinglimir. 

Sostatt fær núverandi andstøða 17 tinglimir. 

Næststørsti flokkur í kanningini er Fólkaflokkurin, ið fær 23,6 prosent, ið er 0,9 prosentstig minni enn á valinum. Flokkurin varðveitir tó sínar 8 tinglimir. 

Hinvegin hevur løgmansflokkurin, Sambandsflokkurin, eina afturgongd í bæði prosentum og tingmannatali. Í kanningini fær flokkurin 17,1 prosent, ið er ein afturgongd á 3,2 prosent og missir ein tinglim. 

Miðflokkurin fær 5,4 prosent av atkvøðunum, ið er tað sama, ið flokkurin fekk á løgtingsvalinum. 

Og sambært kanningini  hevði Sjálvstýri mist sæti á tingi, um val var í dag. Flokkurin fær 2,8 prosent av atkvøðunum, ið er ein afturgongd á 0,6 prosentstig 

Kanningin bleiv gjørd í gjárkvøldið og 500 fólk hava luttikið.

7,1 prosent søgdu seg ikki hava tikið støðu og 1,9 prosent høvdu ikki farið á val.

Óvissan í kanningini er millum 1,4 og 3,9 prosentstig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926