Yantarnyy er nú í Nólsoyarfirði

Yantarnyy er nú í Nólsoyarfirði
Eftir áhaldandi kærur frá fólki á Signabø hevur larmandi, russiski trolarin loksins fingið boð um at flyta seg úr bygdum øki
 
02.09.2020 - 12:20

Russiski trolarin Yantarnyy fór klokkan hálvgum átta í gjárkvøldið av Oyrareingjum í Nólsoyarfjørð at leggja seg.

Fólk, sum búgva á Signabø, hava kært sína neyð um gangin frá Yantarnyy.

Í gjárkvøldið segði Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndina í Tórshavnar kommunu, við Útvarpið, at Yantarnyy fór av Oyrareingjum í gjárkvøldið.

Og tað fór hann so í gjárkvøldið.

Yantarnyy kom á Oyrareingir 23.august eftir at hava verið til fiskiskap norðanfyri.

29 av manningini, sum telur 77, vístu seg at vera koronusmittaðir.

Eitt frystifarmaskip var komið til Føroya at taka fiskin hjá Yantarnyy.

Men tað skipið er farið úr Føroyum aftur uttan fiskin hjá Yantarnyy.

Eingin avgerð er tikin enn um, hvat hendir við Yantarnyy ella manningini.

Men manningin hevur tað gott, siga tey hjá Faroe Agency, sum umboðar skipið í Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233