Yantarnyy liggur nú á Havnini

Yantarnyy liggur nú á Havnini
Hvussu leingi, Yantarnyy liggur í Havn, veit havnarskrivstovan ikki
Russiski trolarin, Yantarnyy, liggur nú í nýggju havnini í Havn
 
09.09.2020 - 08:37

Russiski trolarin Yantarnyy, sum hevur fingið loyvi til at uppskipa fiskin í Ánunum í Klaksvík, kom á Havnina klokkan átta í gjárkvøldið, og hann liggur enn á Havnini.

Sum skilst er Yantarnyy fyrsta skipið, sum liggur við nýggju bryggjuna í Havn.

Yantarnyy kom av fiskileið norðan fyri Føroyar á Oyrareingir 23.august. 

Ætlanin var, at eitt frystifarmaskip skuldi taka fiskin frá honum. Tað kom eisini til Føroyar, men fór av stað aftur uttan fiskin hjá Yantarnyy.

Yantarnyy fór 1.september í Nólsoyarfjørð at leggja seg, tí fólk, sum búgva á Signabø, kærdu sína neyð um gangin frá skipinum.

Skipa fiskin upp í Ánunum

Ein ætlan var, sum skilst, um at leggja fiskin hjá Yantarnyy í frystibingjur í Havn. Men í gjár frættist, at trolarin sleppur at goyma fiskin í frystigoymsluni í Ánunum.

Hvussu leingi, Yantarnyy liggur í Havn, veit havnarskrivstovan ikki.

Tá Yantarnyy kom til Føroya 23.august, vórðu 29 í manningini, sum telur 77 fólk, staðfest at vera covid-19 positiv. Tveir vóru so sjúkir, at teir fóru á Landssjúkrahúsið og síðani til Danmarkar.

Eingin sleppur í land av Yantarnyy, meðan hann er í Føroyum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542