Norrøna skal nútímansgerast

Norrøna skal nútímansgerast
Arbeiðið verður gjørt í Danmark, og tað fer at taka einar tveir mánaðir
Soeliðis fer Norrøna at síggja út, tá arbeiðið at nútímansgera skipið er liðugt
 
21.09.2020 - 14:08

Norrøna skal nútímansgerast.

19. desembur fer Norrøna í dokk á Fayard-skipasmiðjuni í Munkebo í Danmark, har arbeiðið skal gerast. 

- Tørvur er á fleiri kømurum og hentleikum uttandura, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line.

Ætlanin er at gera umleið 50 tvímanskønur aftrat. Nýggj café verður gjørd á 10. dekki, og haraftrat verður eitt nýtt øki við sofum og stólum til ferðafólkini.

Størri krøv

- Tíðirnar eru nógv broyttar, síðan Norrøna kom í flotan fyri 17 árum síðani. Tá vóru krøvini frá kundum ikki tey somu, sum tey eru í dag. Tí er alneyðugt, at vit fylgja rákinum og teimum krøvum, ið kundarnir hava, sigur Rúni Vang Poulsen.

Norrøna kom í flotan í apríl 2003, og síðani er skipið dagført í smáum. 

- Nú er tíðin komin til eina størri nútímansgerð og at framtíðartryggja Norrönu, ið er einasta ferðafólkaskipið, sum er í fastari leið í Norðuratlantshavi, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line.

Norrøna fer aftur í sigling 6. mars, tá farið verður úr Hirtshals til Føroya.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037