KÍ skal skriva fótbóltssøgu í Dublin

KÍ skal skriva fótbóltssøgu í Dublin
Í kvøld spælir KÍ søguligan dyst móti Dundalk FC um pláss í bólkaspælinum í Evropa League og tær milliónirnar, sum fylgja við
Søguligur dystur: KÍ venur á írska tjóðarleikvøllinum í Dublin
 
01.10.2020 - 09:50

KÍ spælir í kvøld ein av størstu dystum í søguni hjá felagnum og í føroysku fótbóltssøguni sum heild, tá liðið fer á vøllin móti Dundalk FC.

Umvegis Slovan Bratislava, Young Boys og Dinamo Tblisi er KÍ nú í play-off umfarinum - síðsta umfarinum undan sjálvum Evropa League-bólkaspælinum - og skal á Aviva leikvøllinum royna at spæla seg framvið seinastu forðingini.  

Ein dystur, sum skal vinnast

KÍ-spælararnir vita, at nógv stendur upp á spæl, men teir royna at hava bæði beinini á jørðini.

 - Dysturin verður spældur innanfyri linjurnar, og har eru tað ellivu móti ellivu. Umstøðurnar og tað, sum stendur upp á spæl, kann gera tað sama, tí tað einasta vit skulu hugsa um er, at vit hava ein dyst, sum skal vinnast, sigur Jákup B. Andreasen, liðskipari hjá KÍ.

Og 22 ára gamli miðvallarin heldur, at KÍ hevur góðan møguleika at vinna og koma í bólkaspælið. 

 - Vit trúgva altíð upp á tað, og vit hava nógvar eginleikar á liðnum, sum gera, at vita kunnu skjóta mál og vinna móti øllum liðum, sigur Jákup B. Andreasen.

Fimm meistaraheitið í seks ár

Mótstøðuliðið í kvøld, Dundalk FC, er írskur meistari, og felagið hevur verið mestsum einaráðandi í írsku kappingini síðstu árini. Seinastu seks árini, hevur Dundalk vunnið fimm meistaraheiti.

Írska liðið varð sent úr Champions League av BK Celje, og síðan vunnu írarnir á Inter d'Escaldes úr Andorra og seinast Sheriff Tiraspol úr Moldova. Filippo Giovagnoli, venjarin, hevur bert staðið á odda fyri liðnum í ein mánað. 

Á stórskíggja við Djúpumýru

Í Klaksvík er dysturin ovast á breddanum, og býurin stendur nærum á høvdinum.

Sjálvur dysturin verður vístur á stórskíggja á vøllinum við Djúpumýru í kvøld, og væntað verður, at nógv fólk fara at savnast har.


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096