Eirikur nýggjur formaður

Eirikur nýggjur formaður
Eirikur í Jákupsstovu er nýggjur formaður í Miðlastuðulsnevndini undir Mentamálaráðnum
Privatu fjølmiðlarnir kunnu søkja um stuðul úr landskassanum.
 
04.10.2020 - 16:03

Eirikur í Jákupsstovu er nýggjur formaður í Miðlastuðulsnevndini undir Mentamálaráðnum.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sett nevndina av nýggjum, eftir at trý ára skeiðið hjá fyrstu Miðlastuðulsnevndini er runnið.

Høvuðsuppgávan hjá nevndini er at býta út tann stuðul, sum verður settur av á fíggjarlógini til privatar tíðindamiðlar. Á fíggjarlógini fyri 2020 í ár eru settar tvær milliónir krónur av til henda stuðul, og sama upphædd er sett av í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021.

Leisturin broytast

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur boðað frá, at leisturin, ið verður brúktur til at býta út stuðulin, skal broytast. Og tað verður so ein uppgáva hjá Miðlastuðulsnevndini at vera við til tað arbeiðið.

Búskapar- og Løgfrøðingafelagið, Føroysk Miðlafólk og Fróðskaparsetrið velja hvør sín lim og varalim í nevndina. Sambært miðlastuðulslógini skal umboðið fyri Búskapar- og Løgfrøðingafelagið vera formaður í nevndini.

Í Miðlastuðulsnevndini, sum er vald fyri næstu trý árini, sita nú Eirikur í Jákupsstovu fyri BLF, Beate L. Samuelsen fyri Føroysk Miðlafólk og Rógvi Olavson, valdur av Fróðskaparsetrinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809