SAS framvegis tørv á innspræning

SAS framvegis tørv á innspræning
Eydnast ikki at fáa neyðuga fígging, kann verða neyðugt at taka felagið av, sigur ein greining
SAS hevur tørv á 8,5 milliardum krónum. Flogfelagið er givið á Føroyarutuni fyribils, men ætlanin er at taka flúgvingina uppaftur næsta ár
 
05.10.2020 - 09:26

Flogfelagið SAS er í stórum trupulleikum, og felagið hevur tørv á stórari fíggjarligari innspræning.

Danski miðilin, Check-in, sum fylgir flogvinnuni, skrivar, at í greining av støðuni hjá SAS, verður avtøka av felagnum nevnd sum ein møguleiki, fæst ikki neyðug fígging.

Mett verður, at tørvur er á tilsamans átta og einari hálvari milliard krónum. Henda mánaðin skulu einar tríggjar milliardir krónur útvegast.

SAS flýgur eisini til Føroya, men herfyri kunngjørdi SAS, at tey gevast við flúgvingini millum Keypmannahavn og Vágar fyribils, men at hon verður tikin uppaftur næsta ár.

Grundarlagið undir flúgvingini til Føroya er so nógv broytt, at felagið má laga seg til broyttu umstøðurnar, sigur SAS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858