Mótmæla ætlanini at skerja lønarískoytið

Mótmæla ætlanini at skerja lønarískoytið
Løntakarar í tillagaðum størvum vera viðfarnir sum allir aðrir løntakarar, sigur Fakfelagsráðið, sum umboðar 31 fakfeløg
Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, sum er eitt av teimum 31 fakfeløgunum í Fakfelagsráðnum
 
08.10.2020 - 14:55

Fakfelagsráðið, sum umboðar 31 fakfeløg á arbeiðsmarknaðinum, mótmælir ætlanini hjá landsstýrinum at broyta skipanina við lønarískoyti, so løntakarar ikki longur fáa sáttmálaløn fyri arbeiði.

Felagið sigur, at løntakarar, sum eru í skipanini við tillagaðum størvum, vera viðfarnir sum allir aðrir løntakarar, og sjúka ella brek skulu sum meginregla ikki hava við sær, at viðkomandi verður verri fyri lønarliga enn starvsfelagarnir og tey, sum arbeiða eftir sama sáttmála.

Fakfelagsráðið sigur, at við lógarbroytingini verður hetta broytt, og tað fer at raka ein stóran part av skipanini við tillagaðum størvum í framtíðini.

Ískoytið bara ein partur av sáttmálalønini

Eftir 1. januar verður lønarískoytið bara ein partur av sáttmálaásetingini, og tess størri mein, eitt fólk hevur, tess minni kann viðkomandi vænta at fáa av síni sáttmálaløn.

Fakfelagsráðið krevur, at sáttmálin á økinum og lønarviðurskiftini verða avgerandi fyri lønarískoytið. 

Nú verða tað ein tilvildarlig ásett upphædd og mótrokning, sum gera av, hvussu lønarískoytið verður, siga tey 31 fakfeløgini.

Sí skrivið frá Fakfelagsráðnum her

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290