Hanna Vang nýggjur Løgtingsins umboðsmaður

Hanna Vang nýggjur Løgtingsins umboðsmaður
Hon tekur við eftir Sólju í Ólavsstovu
Hanna Vang tekur við sum nýggjur Løgtingsins umboðsmaður á nýggjárinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.10.2020 - 10:30

Hanna Vang, rættarassessor, rættarhjásiti, í Føroya rætti og fakligur leiðari við Fútarættin, verður nýggjur Løgtingsins umboðsmaður.

Løgtingið hevur einmælt samtykt, at Hanna Vang skal taka við sum Løgtngsins umboðsmaður eftir Sólju í Ólavsstovu, sum gevst á nýggjárinum.

Starvið er sett í fimm ár.

Sólja í Ólavsstovu hevur verið Løgtingsins umboðsmaður síðani 2006. 

Frá dómarafulltrúa til Umboðsmann

Hanna Vang varð útbúgvin løgfrøðingur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2005. Frá 2005 til 2010 starvaðist hon sum politifulltrúi/almennur ákæri, og hon fekk eisini advokattilnevning í 2010.

Frá 2010 til 2012 var Hanna Vang adjunktur í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum. Í 2012 gjørdist hon dómarafulltrúi við Føroya rætt, og síðani 2018 hevur hon starvast sum rættarassessor.

Frá 2015 til 2019 hevur hon eisini verið knýtt at Fasta Gerðarrætti, bæði sum forkvinna og dómari.

Hanna Vang er 41 ára gomul, er gift og eigur tvey børn. Hon tekur við embætinnum 1. januar 2021.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392