Nú fara sjúkrarøktarfrøðingarnir í verkfall

Nú fara sjúkrarøktarfrøðingarnir í verkfall
Klokkan sjey í morgun fara 50 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.10.2020 - 06:16

Um ein lítlan tíma fara 50 sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum í verkfall, sum varð fráboðað í síðstu viku. Onkur undantøk eru tó givin.

Í fyrstu syftu verða undantøk givin teimum, sum hava tørv á akuttari viðgerð, boðaðu sjúkrarøktarfrøðingarnir frá, tá verkfallið varð lýst.

Tað merkir, at nakrir sjúkrarøktarfrøðingar á verkfalsraktu deildunum á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum fara til arbeiðis.

Meira verður eisini at frætta um verkfallið í útvarpstíðindunum klokkan sjey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040