Fer at kosta 80.000 krónur um samdøgrið

Fer at kosta 80.000 krónur um samdøgrið
Tænastumenn eru boðsendir til arbeiðis, og lív og heilsa hjá sjúklingum eru sett í váða, sigur Sjúkrahúsverkið
 
02.11.2020 - 16:39

Fyri løtu síðani kom hetta tíðindaskrivið frá Sjúkrahúsverkinum:

"Sjúkrahúsverkið er undir sera stórum trýsti, nú Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur kravt avgjald til felagið pr. starvsfólk fyri at fáa undantøk til akuttu tilbúgvingina undir verkfallinum.

Felagið hevur fyrr í dag boðað Sjúkrahúsverkinum frá, at øll undantøk, ið verða givin frá kl. 16 í dag, hava eitt avgjald á kr. 200-, pr. lim pr. tíma, ið fer til at fíggja útreiðslur í sambandi við verkfallið. Soleiðis sum verkfalsstøðan er í løtuni, svarar hetta til eina upphædd á uml. 80.000 kr. pr. døgn.

Sjúkrahúsverkið hevur ikki heimild at gjalda pening fyri verkfallið til felagið sum kompensatión fyri undantøk til akuttu tilbúgvingina. Tí eru uml. 15 tænastumenn í Sjúkrahúsverkinum kallaðir inn á vakt. Hetta er tó als ikki forsvarligt, tí tænastumenninir verða noydd at taka yvir arbeiðsøkir, tey onki kenna til.

Lív og heilsa í váða

Lív og heilsa hjá sjúklingum er tí sett í váða, og leiðslan í Sjúkrahúsverkinum kann tí als ikki góðtaka, at onki verður gjørt við støðuna.

Vit vilja tí staðiliga heita á partarnar um at fara aftur til samráðingarborðið ella at politiska skipanin tekur um endan. Tað er óhoyrt fyri eitt framkomið samfelag at enda í slíkari óforsvarligari støðu.

Fyri at núverandi støðan ikki skal endurtaka seg hvørja ferð sáttmálasamráðingar eru, er tað alneyðugt at fáa eina neyðtilbúgving í sáttmálan, soleiðis at Sjúkrahúsverkið og harvið føroyskir sjúklingar ikki koma í somu støðu aftur," sigur sjúkraverkið í tíðindaskrivinum, sum kom fyri løtu síðani. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Mikudag 25. februar
Morgunlestur mikudagur 25.februar 2026
204597
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693