Partarnir skulu svara á middegi

Partarnir skulu svara á middegi
Semingsstovnurin gav í gjárkvøldið pørtununum í sáttmálatrætuni nakrar ásetingar í sáttmálanum, sum tey skuldu taka við heim at tosa um
Tá semingsmenninir hava fingið svar í dag, kemur kanska eitt nýtt semingsuppskot á borðið
 
04.11.2020 - 08:39

Semingsstovunurin hevur givið pørtunum í sáttmálatrætuni millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og lønardeildina í Fíggjamrámaráðnum freist til á middegi í dag at boða frá síni støðu um ymiskar orðingar í einum møguligum sáttmála.

Semingsstovnurin gav í gjárkvøldið pørtununum nakrar ásetingar í sáttmálanum, sum tey skuldu taka við heim at tosa um. Tey skulu svara á middegi í dag.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur í morgun, at tá hann hevur fingið svar frá pørtunum, kemur møguliga eitt semingsuppskot á borðið. 

Hvussu leikur fer, verður greitt seinnapartin, sigur semingsmaðurin.

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur vart í 16 dagar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846